
Dátueftirlitið viðgjørdi í fjør 55 mál um trygdarbrot, og tað er ein øking í mun til 2023, tá 48 mál um trygdarbrot vórðu fráboðað.
Tað framgongur í ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum fyri 2024.
Í øllum 55 førum var tað dátuábyrgdarin, sum boðaði frá, og eins og í 2023 var mest vanliga trygdarbrotið, at teldupostar og annað varð sent skeivt.
Í 36 førum endaði málið uttan viðmerkingar, trý mál endaðu við átalu, og átta mál vóru ikki lokað við ársenda. Eitt mál var latið løgregluni við áheitan um, at dátuábyrgdarin varð skuldsettur fyri brot á dátuverndarlógina.
27 trygdarbrot vórðu skrásett hjá privatum fyritøkum, 23 hjá almennum fyritøkum, og fimm hjá kommunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald