Innanlands

Dátueftirlitið: Viðkvæmar persónupplýsingar lagdar út á Facebook

Dátueftirlitið fekk í november í fjør eina fráboðan um eitt trygdarbrot hjá einum almennum stovni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-06 16:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november í fjør fekk Dátueftirlitið fráboðan um, at eitt starvsfólk hjá einum almennum stovni av misgáum hevði lagt upplýsingar um ein borgara út á sín privata Facebook vanga.

Talan var um eina fundarfrásøgn frá einum fundi við viðkomandi borgara. Fundarfrásøgnin hevði ymsar viðkvæmar upplýsingar um borgaran. 

Greitt var frá, at viðkomandi starvsfólk hevði ætlað at senda sær sjálvum skjalið umvegis Facebook Messenger, men hevði av óvart lagt skjalið út á vangan í staðin, skrivar heimasíðan hjá Dátueftirlitinum.

Trygdarbrotið er sera álvarsamt og átaluvert, sigur Dátueftirlitið, sum gav stovninum kravboð um at tryggja, at trygdartiltøkini viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum, eisini umfata nýtslu av sosialum miðlum.

Les meira her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder