Innanlands

Davíð Guðnason byrjaður sum kommunulækni á Tvøroyri

Davíð Guðnason er byrjaður í føstum starvi sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri. Skiftandi avloysarar røkja hina læknaviðtaluna

Davið Guðnason, Petra Muller, Rósa Thomsen og Kristin Michelsen

Davið Guðnason, Petra Muller, Rósa Thomsen og Kristin Michelsen

2023-03-15 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dávid Guðnason byrjaði mánadagin í føstum starvi sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri mánadagin 13. mars.

Í dag fekk hann vitjan av borgarstjóranum, Kristin Michelsen, sum legði leiðina framvið at heilsa uppá og ynskja Davíð Guðnason vælkomin.

Kommunulæknaviðtalan á Tvøroyri, ið hevur tvey viðtalu hølir og er normera til 2 læknastørv, er nú mannað við Davíð Guðnason, ið er settur í fast starv sum kommunulækni, meðan tað regluliga koma skiftandi avloysarar at røkja eina viðtalu.   

Í viðtaluni, sum Davíð Guðnason røkir, starvast nú umframt Davíð Guðnason sum lækni, eisini Petra Müller sum læknaskrivari og Rósa Thomsen sum sjúkrarøktarfrøðingur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder