
Tað er kommunlæknatrot í Føroyum, men fyrr í mánaðinum vórðu tveir kommunulæknar settir í starv í ávíkavist Miðlon í høvuðsstaðnum og á Tvøroyri.
Les eisini: Tveir kommunulæknar settir í starv
Nú hevur annar teirra endaliga lokið útbúgvingina sum kommunlækni. Landssjúkrahúsið skrivar í dag, at Davið Guðnason júst er liðugur við serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini.
Hann nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014, og undir serútbúgvingini hevur Davið Guðnason í tveimum umførum verið í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna í Miðlon, og hetta seinasta árið hevur hann verið í viðtaluni hjá Róa á Kósini, kommunulækna á Tinghúsvegi 70.
- Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum í Danmark og í Føroyum.
Landssjúkrahúsið upplýsir, at tað í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein lækni verður eftir ætlan liðugur 31. august 2023.
- Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. Vit ynskja Davið hjartaliga tillukku við serlæknaútbúgvingini og blíðan byr nú hann fer til Suðuroyar at arbeiða sum kommunulækni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald