Mikudagin roynir Filmsfelagið at fara undir regluligar filmsýningar aftur, nú filmsleigumarknaðurin tykist hava fótað sær. Tað verður við franska filminum De Gualle.
De Gaulle er nógv umrøddi filmurin um Charles de Gaulle, víðagitna forsetan í Fraklandi árini 1959-1969. Filmurin fer fram á sumri í 1940, tá de Gaulle er ovasti í franska herinum, og Frakland kollapsar politiskt og hernaðarliga undir nazistiska trýstinum.
Filmurin lýsir tær hendingar, sum myndaði de Gaulle og gjørdu hann til franska tjóðskaparhetju.
Lambert Wilson, sum seks ferðirnar hevur verið í uppskoti at fáa César-virðislønina, m.a. sum Jacques Cousteau, Moliére og Merovingian í The Matrix, er franski forsetin í nýggja filminum.
Filmsfelagið skrivar í tíðindaskrivi, at tey nú eisini fara undir eitt átak saman við Havnar Bio.
10 krónur av hvørjum seldum atgongumerki til filmar hjá Filmsfelagnum fara í ein grunn, sum Filmsfelagið hevur rópt "Ársins andøvsfiskur". Einaferð um árið fer Filmsfelagið at heiðra ein føroyskan filmsarbeiðara og ella eitt filmslið fyri innkomna peningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald