Hetta er fyrstu ferð í umleið 20 ár, at DeBorah framførir live saman við hesum bólki – og fyrstu ferð, at meginparturin av tónleikarunum á útgávuni hjá 7Heaven savnast og framførir hana saman.
DeBorah er uppvaksin í New York og hevur djúpar røtur í jassi, blues og gospel. Hon byrjaði at syngja alment longu sum sjey ára gomul, og tónleikaligi íblásturin stavar millum annað frá nøvnum sum Ella Fitzgerald, Ray Charles og Mahalia Jackson.
Seinni flutti hon til Keypmannahavnar, har hon í einum írskum fólka-jammi møtti Róini Siggertsson. Hetta møtið varð byrjanin til eitt skapandi samstarv, sum førdi til, at Brandur Jacobsen kom upp í verkætlanina – og skjótt varð hugtakið um frían jass-jamm uttan reglur føtt.
Í hesum anda varð bólkurin 7Heaven stovnaður, við eini eksperimenterandi tónleikahugsjón. Í 2004 komu DeBorah og tónleikarar til Føroya at framføra hetta serliga konseptið – tónleikur uttan reglur, við plássi fyri fríum samspæli, nýggjum ljóðførum og óvæntaðum løtum.
Í kvøld savnast toymið aftur í Listastovuni í Miðvági. Manningin fevnir um DeBorah Herbert (sang), Brandur Jacobsen (trummur), Leivur Thomsen (gittar), Arnold Ludvig (bass) og roWan, eisini kendur sum Róin Siggertsson (sang). Skráin fevnir um jass, blues og gospel – framført við nærveru og eini djúpari søguligari rødd.
DeBorah hevur í síni yrkisleið samstarvað við fleiri stór nøvn í altjóða jassheiminum og hevur millum annað sungið saman við Dizzy Gillespie. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 25 ár og hevur sett síni spor í norðurlendska jassumhvørvið. Nú gleðir hon seg at vitja aftur og at samstarva við tónleikararnar í 7Heaven til eitt kvøld, har amerikanskar og norðurlendskar jass røtur møtast í eini serstakari og livandi tónleikauppliving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald