Mentan

Denis Villeneuve skal leikstjórna nýggjan James Bond-film

Hann hevur staðið aftanfyri eitt nú "Dune"-filmarnar og er stórur fjeppari av røðini um Agent 007

Denis Villeneuve (Mynd: EPA)

Denis Villeneuve (Mynd: EPA)

2025-06-26 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður fransk-kanadiski leikstjórin Denis Villeneuve, sum skal leikstjórna næsta filmin í "James Bond"-røðini, upplýsir Amazon MGM Studios.

Les eisini: Amazon avger hvat hendir við 007

Villeneuve hevur m.a. leikstjórnað filmar sum "Sicario", "Bladerunner 2049", "Arrival" og tveir teir fyrstu filmarnar í "Dune"-røðini.

Framleiðararnir Amy Pascal og David Heyman, sum hava arbeitt við ávikavist "Spider-Man" og "Harry Potter"-filmunum, eru eisini knýttir at verkætlanini.

– Eg havi frá barnsbeinum sæð "James Bond"-filmarnar við pápa mínum, heilt aftur frá "Dr. No" við Sean Connery. Eg eri ein die-hard Bond-fjeppari. Fyri meg er ein heilagt land, sigur leikstjórin sambært BBC.

Tað er nærum fýra ár síðan, at seinasti filmurin í røðini um Agent 007 kom út. "No Time To Die", sum m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, var eisini seinasti filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum, og enn er ógreitt, hvør fer at yvirtaka leiklutin. Tað er heldur ikki greitt, nær vit kunnu vænta at síggja ein nýggjan "James Bond"-film í biografunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder