Innanlands

Dennis Holm kært Kringvarpið fyri grein

- Eg veit, at politikarar skulu tola nógv. Men eg finni meg ikki í at vera lagdur undir at mjólka mín sess í løgtinginum til egnan, persónligan vinning, sigur hann

Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dennis Holm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-18 14:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein grein sum kom út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum, hevur fingið øði í Suðuroyartinglimin Dennis Holm.

Hann hevur kært Kringvarpið og hevur eisini vent sær til advokat um málið. Tað skrivar hann í lesarabrævi, sum millum annað sæst á Lesarin.fo.

Í greinini verður hann lagdur undir at brúka sín sess til egnan, persónligan vinning, og hesum finnir hann seg ikki í.

Yvirskriftin í greinini er Dennis og Alex selja Vaskiskúrin til landskassan fyri aðru ferð.

Les greinina á kvf.fo her.

- Fyrst var tað Ítróttarskúli, nú Maritimur Mentanardepil. Seljararnir eru teir somu, Dennis Holm og Alex Vilhelm, sum nú fáa eina millión úr landskassanum fyri ómakin, stendur í grenini.

Hann vísir aftur, at hann eigur nakað í Vaskiskúrinum, og at hann nakrantíð hevur átt nakað í honum.

- Eg veit, at politikarar skulu tola nógv. Men eg finni meg ikki í at vera lagdur undir at mjólka mín sess í løgtinginum til egnan, persónligan vinning.

- Tað var ein býttur feilur frá mínari síðu, at eg ikki bara fór út av fundi í fíggjarnevndini, tá ið umsóknin um stuðul til Maritima Mentanardepilin kom á borðið, tí eg í so mong ár havi arbeitt sjálvboðið fyri Vágs Bygdasavn sum kassameistari, skrivar tingmaðurin.

Dennis Holm upplýsir eisini í lesarabrævinum, at hann Vágs Sóknar Bygdasavn hevur skrivað til løgtingið um at taka umbønina um eina millión til maritima mentanardepilin aftur. Umframt tað hevur Dennis Holm tikið seg úr nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavni.

--

Sí eisini: Óbegávað avgerð hjá Dennisi Holm

Hoyr nýggjasta part av Stjórnini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder