Umstøðurnar at súkkla á landsvegunum eru sum heild ikki nóg góðar, og tað avmarkar súkklingina í Føroyum. Tað ásannar landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Dennis í svari til fyrispurning, sum Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin setti honum herfyri.
Les eisini: – Súkklan er eitt sunt alternativ til bilin
Steffan Klein Poulsen vildi hava at vita, hvussu Føroyar, sambært landsstýrismanninum, kundu gerast eitt súkkluvinarligari land, og hvat tað kostar at gera súkklubreytir framvið landsvegunum og at seta sonevndar "norksar súkklukontaktir upp við tunnilsmunnan í føroysku tunlunum.
Dennis Holm sigur, at hóast umstøðurnar ikki eru nóg góðar, tykist rákið at vera, at fleiri velja at súkkla, og tí er tað umráðandi, at umstøðurnar at súkkla verða betri. Arbeitt verður eisini við at dagføra Samferðsluætlanina, sigur hann.
– Sum liður í hesum arbeiði er Landsverk, við arbeiðssetninginum “At ferðast skjótt, trygt og burðardygt í Føroyum”, farið undir at viðgera evnið “Ábær ferðsla”, sum vanliga hevur verið nevnd “bleyt ferðsla”, og sum m.a. fevnir um fólk á súkklu. Her verða m.a. gjørdar nakrar vegleiðingar fyri vegaprofilar við súkklubreytum, ið taka støði í føroyskum fyritreytum. Endaliga arbeiðið við evninum “Ábær ferðsla” verður útgivið á heysti 2023. Hetta verður eitt gott grundarlag hjá politiska myndugleikanum at hava, tá støða skal takast til, hvør loysn er best.
Eitt tilmæli frá Landsverki er, um tað ikki er pláss til ella møguleiki fyri at gera eina súkklubreyt fram við landsvegnum, at allir vegir fáa eina asfalteraða vegøksl á umleið ein metur, og tað kostar umleið eina millión krónur fyri kilometurin.
– Við í hesi meting er serliga asfaltering, men í fleiri førum er eisini neyðugt at breiðka vegin nakað við gróti, fyri at fáa neyðuga plássið. Ein góð loysn hevði verið, um hetta bleiv gjørt samstundis, sum Landsverk asfalterar ella umvælir vegir.
Tað eru ikki gjørdar súkklu- ella gonguteigar í tunlunum, men hetta er nakað, sum møguliga átti at verði raðfest, tá nýggir tunlar verða gjørdir, sigur Dennis Holm.
– Súkklu- og gonguteigar í tunlum høvdu verið við til at gjørt trygdina hjá bæði koyrandi, súkklandi og gangandi munandi betri.
– Tað eru eisini onnur átøk, sum kunnu vera viðvirkandi til betri trygd hjá súkklandi o.ø. í tunlunum, m.a. at ljósið er gott. Harumframt er ein møguleiki at gera eina ávaringarskipan við einum knøtti, sum súkklarin trýstir á, áðrenn hann fer inn í tunnilin. Tá blinkar ein pera við tunnilsmunnan, so bilførarar vita, at ein súkkla er í tunlinum, og at teir tí mugu vísa varsemi.
Ein slík ávaringarskipan er lutfalsliga bílig og einkul og kann verða roynd í einum tunli, fyri síðani møguliga at útbyggja skipanina, sigur landsstýrismaðurin.
– Mett verður, at skipanin kostar eini 70.000 krónur fyri hvønn tunnil, treytað av umstøðunum. Skipanin kann víðkast til at geva onnur boð og ávaringar, men kostar hon tá meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald