Uttanlands

"Detainment" missir ikki Oscar-tilnevning

100.000 fólk hava skrivað undir, men filmurin um drápið á 2 ára gamla James Bulger verður ikki strikaður av listanum

2019-01-27 11:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í einari roynd at fáa nógv umrødda filmin "Detainment" strikaðan av listanum yvir tilnevndum til ársins Oscar-hátíðarhald, vóru 100.000 undirskriftir savnaðar inn. Men hetta eydnaðist ikki.

Filmurin "Detainment" er tilnevndur í bólkinum "besti stuttfilmur". Hann snýr seg um tveir 10 ára gamlir dreingir, sum í 1993 myrdu James Bulger, ein 2 ára gamlan drong.

Mamma James Bulger finnst at leikstjóranum fyri at hava framleitt filmin uttan samtykki frá familjuni, og eisini finnst hon at Oscar-akademinum fyri at hava tilnevnt filmin.

Sambært TV2 sigur Oscar-akademiið, at tey taka hetta í størsta álvara, men at tey hava avgjørt ikki at strika filmin. Orsøkin er, at tey ynskja at vera neutral.

Sostatt er filmurin enn tilnevndur ein Oscar.

Ársins Oscar-hátíðarhald verður 24. februar.

Les eisini: Mamma dripnan smádrong vamlast av Oscar tilnevning

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder