2019-06-18 08:53
Ein deyður stórhvalur liggur og rekur í Nólsoyarfirði. MRCC fekk fráboðan beint eftir kl. 8 í morgun frá báti, sum hevði stima seg á deyða stórhvalin.
Stórhvalurin varð funnin millum Tjørnunes og Glyvursnes..
MRCC hevur sent eina ávaring út, bæði umvegis Útvarpið og á teirra egna radio.
Tað er ikki altíð at ein ávaring verður send út, men stórhvalurin rekur í einum øki, har nógvir bátar sigla. Hann kann serliga verða til ampa fyri smærri bátar.
Vanliga verður deyður stórhvalur sleipaður út eysturum og sleptur har. Men í løtuni er ikki vist nær nakar bátur hjá MRCC er tøkur til uppgávuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald