
Væntandi kunnu dialysusjúklingar í Suðuroy koma á Suðuroyar sjúkrahús at fáa dialysuviðgerð í summar. Neyðug tól og útgerð, sum skulu til fyri at fremja dialysuviðgerðirnar á Suðuroyar sjúkrahúsi, eru fingin til vega.
Fyri borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð, merkir hetta, at tey sleppa undan drúgvari ferðing norður til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Fyri hesar borgarar kann tíðin heimanífrá við nógvari siglingartíð kennast sum steinur omaná byrðu.
- Eg fegnist um, at tað eisini verður møguligt, at skipa fyri dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri einstaka sjúklingin hevur tað stóran týdning at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna.
Hetta sigur landstýrisskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá.
Umframt føstu starvsfólkini, sum fara at starvast á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, verður eindin eisini mannað við sjúkrarøktarfrøðingum frá dialysueindini á Landssjúkrahúsinum. Hesir sjúkrarøktarfrøðingar skulu uppá skift eisini manna dialysusatelittin, fyri at tryggja, at tað altíð eru skikkað og roynd starvsfólk í toyminum.
Á henda hátt verður dygdin og trygdin í dialysusatelittinum tryggja, samstundis sum nýggja tilboðið ikki verður so viðbrekið, tá sjúka rakar og feriutíð er. Viðgerðin á dialysusatelittinum í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.
Fyri Sjúkrahúsverkið hevur tað verið avgerandi, at viðgerðin í Suðuroy er skikkað og á sama støði sum á Landssjúkrahúsinum, har støðið verður tikið í viðgerðarvegleiðingunum frá heilsumyndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald