Amerikanski sjónleikarin Dick Van Dyke fyllir 100 ár í dag, og er elsti mannligi sjónleikarin, sum er á lívið í dag. Hóast sín høga aldur, er Dick Van Dyke framvegis virkin sum sjónleikari og sangari.
Dick Van Dyke er kendastur fyri leiklutin sum Rob Petrie í sjónvarpsrøðini The Dick Van Dyke show, sum varð spæld frá 1961-1966.
Eisini gjørdist sjónleikarin kendur í leiklutinum sum Bert í heimskenda Disney filminum Mary Poppins. Í filminum Mary Poppins spældi Dick Van Dyke saman við heimskendu sjónleikarinnuni Julie Andrews, sum fylti 90 ár 1. oktober.
Gjøgnum sítt langa lív hevur Dick Van Dyke verið giftur tvær ferðir.
Fyrra giftan var við Margie Willett og helt hjúnalagið teirra millum í næstan 40 ár, frá 1948-1984. Við Margie Willett fekk Dick Van Dyke børnini Barry Van Dyke, Stacy Van Dyke, Carrie Beth Van Dyke og Christian Van Dyke.
Í 2012 giftist Dick Van Dyke við sjónleikarakvinnuni Arlene Silver, sum er 46 ár yngri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald