
Dizzy Miss Lizzy kemur at spæla á Tórsfest í summar.
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan varð tiltikin, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt útrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90unum.
“Waterline”, “Silverflame”, “Barbedwired Baby´s Dream” og “Love Is a Loser´s Game” eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávu Dizzy Mizz Lizzys.
Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Bólkurin gjørdist eisini sera væl umtóktur í Asiu, og spældi hópin av sera væleydnaðum konsertum har. Í 1998 gjørdu teir tríggjir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin.
Fólkini handan Tórsfest gleðast um, at hava fingið Dizzy Mizz Lizzy til Føroya at spæla aftur, siga fyriskiparar, sum leggja afturat, at forsølan gongur við fúkandi ferð, og rokna teir við, at Tórsfest verður útselt aftur í ár.
Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Poptösog Branco verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.
Atgongumerki fást í Effo í Gundadali, í Føroya Tele kring landið og á ebillett.fo.
Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.
Dagførd kl. 23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald