Mentan

DJ Ötzi á Summar Festival

Eysturríkski sangarin og tónleikaframleiðarin kemur til Føroya í august

2025-04-12 10:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summar Festivalurin: Eysturríkski sangarin og tónleikaframleiðarin DJ Ötzi verður við á Summar Festivalinum í ár, og lagt verður upp til ordans poppveitslu við kendum sangum, veipandi ørmum og felagssangi.

DJ Ötzi fekk stórt altjóða gjøgnumbrot í 2000 við sanginum "Hey Baby", sum framvegis verður roknaður sum risahitt, og eitt nú er at hoyra til alskyns ítróttartiltøk. DJ Ötzi hevur eisini eina framúr útgávu av sanginum "Sweet Caroline", sum er nógv at hoyra.

Síðani 2000 hevur DJ Ötzi givið nógvan tónleik út og hevur framført til øll hugsandi tiltøk. DJ Ötzi er stór stjørna í týskttalandi londunum, men hann hevur eisini røkt altjóða marknaðin við sangum og framførslum.

Hann hevur gjørt veitslukendar útgávur av sangum sum "Doo Wah Diddy", "Can't Take My Eyes Off Of You", "Summer of 69", og hann hevur givið tónleik út saman við Bellamy Brothers – eitt nú endurinnspælingar av sangum sum "Let Your Love Flow og "I Need More Of You".

DJ Ötzi kemur nú á fyrsta sinni til Føroya at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann bæði framleiðir tónleik og syngur, og hann hevur ein vælspælandi bólk við sær til Føroya.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder