Eftir koronasteðg í tvey ár, verður vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar aftur á skránni í ár. Teir verða 28. og 29. mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini, sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór, sum ikki eru at síggja vanliga.
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu, og verða, sum vant, hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing, sum tað eisini verður kallað, er nakað, sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu.
Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru, og er hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er, skrivar Ríðingarfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald