Stóra familutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verða nú um vikuskiftið.
Tiltakið, sum vanliga dregur 5.-6.000 fólk at sær, er í Havnadali í dag og í morgin frá klokkan 14 til 18.
Djóradagar hava ikki verið seinastu tvey árini vegna korona, so felagið og limirnir eru sera spent at bjóða gestum vælkomnum á økið aftur.
Serliga er tað tey smærri børnini sum plaga at dáma væl Djóradagar, og er forkunnugt hjá teimum at kunna síggja so nógv djórasløg samstundis. Nevnast kunna úr rúgvuni: gæs, dunnur, fjallaneyt, slangir, sugar gliders, hønir, kempikanin umframt heili 10 ymisk rossasløg.
Tyrlan kemur at vitja í dag, teir gera eitt hoist umleið klokkan 15.30 í dag, og sum vant eru hoppiborgir o.a. í ríðihøllini. Eisini verður kaffisøla o.a. bæði í høllini og felagshúsinum, skrivar Ríðingarfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald