Innanlands

Djóraverndarfelagið minnir á at ansa eftir á nýggjárinum

- Vit fáa nógvar fráboðanir hvørt ár um djór, sum eru rýmd, tí tey eru bangin fyri fýrverki og summi eru tíverri aldrin komin aftur. Tað er serliga umráðandi, at ikki lata djórini ganga leys hesar næstu dagarnar

2022-12-29 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vilja minna tykkum á, at ansa væl eftir djórunum nú nýggjárið nærkast. Vit fáa nógvar fráboðanir hvørt ár um djór, sum eru rýmd, tí tey eru bangin fyri fýrverki og summi eru tíverri aldrin komin aftur.

Soleiðis skrivar Djóraverndarfelagið á Facebook-síðu sínari, nú tað er stutt til, at heilt nógv fýrverk verður at hoyra kring landið.

Tað er vanligt at uppliva, at djórini ikki hava tað so gott hesa tíðina - kanska serliga hundar - ið uppliva fýrverk sum nakað ræðandi. Djóraverndarfelagið mælir serliga til, at djórini ikki skulu ganga leys men vera so nógv inni sum gjørligt

- Ansið tí serliga væl eftir dagarnir áðrenn og eftir nýggjárið. Latið ikki djórini vera leys í garðinum og tá tit fara túr. Hav djórini mest møguligt inni og ansið eftir, at úthurðin ikki stendur opin, so tey kunnu leypa út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder