Nú er aftur nýtt tilfar frá argjamanninum Dan Olsen.
Fríggjadagin gav hann út nýtt staklag, ið kallast "Do What Makes You Smile" (Ger tað, sum fær teg at smílast, red.), og í morgun kom út tilhoyrandi sjónbandalag.
Dan Olsen greiðir soleiðis frá:
– Írin, Conor McQuaid, og eg skrivaðu lagið herfyri. Vit hugsaðu, at aftaná alt, sum vit hava verið í gjøgnum seinastu tíðina, kundi verið gott at fáa ein jaligan boðskap út: "ger tað, sum fær teg at smíla".
Tað mesta av sjónbandalagnum, sum sæst omanfyri, er tikið upp í London, men upptøkur eru eisini gjørdar í Írlandi og Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald