Mentan

Dodo & The Dodo’s á Norð Festivalin

Kendi danski poppbólkurin, Dodo & The Dodo’s verður millum høvuðsnøvnini á ársins Norð Festivali. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin hevur konsert í Føroyum

2025-01-31 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dodo & The Dodo’s hittaðu í 80unum og 90unum við sangum sum Vågner i natten, Giv mig hvad du har, og Sømand af verden, og sangirnir hava skrivað seg inn í danska tónleikasøgu. 30 august kann kendi danski bólkurin upplivast á Norð Festivalinum.

Fyrsta konsertin í Føroyum
- Vit fegnast um at kunna kunngerða, at tað hevur eydnast okkum at fáa Dodo & The Dodos á Norð Festivalin, og tað er fyrstu ferð, at kendi danski poppbólkurin hevur konsert í Føroyum, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari.

Populariteturin hjá Dodo & The Dodo’s er stórur, og lagt verður upp til eitt brak av eini konsert á Viðareiði.

Danski poppbólurin legst afturat eini røð av kendum føroyskum nøvnum á Norð Festivalinum. Marius Ziska, Gurðið Hansdóttir, Páll Finnur Páll, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Karl Martin og Mikkjal vera millum tey, sum fara á páll á Viðareiði 30 august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder