Tað er í kvøld klokkan 20.55, at DR-dokumentarurin um Framtakið verður vístur í danska sjónvarpinum.
Eitt sjónvarpslið gekk í hølunum á Arnfinni á Birtuni og Halli Hjalgrímsson Djurhuus í fleiri dagar í summar fyri at gera dokumentarin, og í lýsingini fyri sendingini, sum hevur heitið "Fyr en fed på færøsk" verður greitt soleiðis frá:
- Tað er valstríð í Føroyum. Vinirnir Arnfinn og Hallur hava stovnað ein flokk, sum bæði vil avkriminalisera hassj og geva medisinskt kannabis til sjúklingar, og tað sær út sum, at teir hava ein møguleika fyri at verða valdir. Men flokkur teirra, Framtakið, hevur bert 1500 krónur og ein gamlan skramblutan vøruvogn at reka valstríð fyri. Og tá ein sum Arnfinn er kendur sum ’hassjari’ í Føroyum, er tað trupult at verða tikin í álvara. Tað er teirri stigmatisetingini hann stríðist ímóti. Hallur hevur eina aðra dagsskrá: Kona hansara situr í koyristóli, og tað einasta, ið hjálpur upp á pínuna, er medisinskt kannabis. Hallur og Arnfinn eru samsintir um hamp-plantuna, men eru annars ósamdir um tað mesta. Teir stríðast báðir við og móti hvørjum øðrum fram móti valinum. Fáa teir nóg mikið av atkvøðum?
Sendingin verður víst á DR1 í kvøld og aftur á DR2 klokkan 22.55 í annaðkvøld. Men ein nýtist tó ikki at bíða til í kvøld, um ein ynskir at síggja sendingina, tí hon er longu nú tøk á heimasíðuni hjá DR.
Trýst her fyri at síggja sendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald