Í kvøld vísir Danmarks Radio nýggju dokumentarsendingina "Kongehuset på Færøerne", har Fríðrikur krúnprinsur og Margreta drotning fara at greiða frá um Føroyar.
Í sendingini vitjar krúnprinsurin í Føroyum, har hann m.a. hittir Michelin-kokkin Poul Andrias Ziska, listamannin Tróndur Patursson og songkvinnuna Greta Svabo Bech.
Upptøkurnar við Margretu drotning, har hon greiðir frá søguligu bondini til Føroyar, eru gjørdar á Fredensborg slotti.
Sendingin er fyrsti partur av tveimum um kongshúsið, Føroyar og Grønland. Fyrsti partur varð tikin upp í Føroyum í august 2019. Annar partur snýr seg um Grønland, og sambært Facebook-síðuni hjá kongshúsinum eru upptøkurnar í Grønlandi útsettar til næsta ár.
Sendingin verður at síggja á DR1 klokkan 19, og klokkan 20 verður sendingin eisini víst á KvF við føroyskum teksti. Til ber tó longu at síggja sendingina á DRTV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald