
Ein samveldisdómari í amerikanska statinum Florida hevur avvíst sakarmálið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump móti blaðnum New York Times.
Málið lýkur ikki treytirnar á økinum, er grundgevingin hjá dómaranum sambært altjóða miðlum.
Málið lýkur ikki treytirnar um eina stutta og greiða grundgeving fyri, hví Trump vil vinna málið. Sakførarin hjá amerikanska forsetanum hevur fingið 28 dagar til at koma við einari nýggjari kæru, sum skal vera styttri enn 40 síður.
Tað var týsdagin, at Trump stevndi New York Times fyri ærumeiðing.
Trump hevur m.a. sagt, at The New York Times í sambandi við forsetavalstríðið í USA í fjør mældi fólk til at velja demokratin Kamalu Harris. Eisini vil Trump vera við, at miðilin í áravís hevur skrivað følsk tíðindi um hann, familju hansara og virksemi hansara. Víst verður m.a. til ávísar greinar og fýra journalistar, sum eru nevndir við navni.
New York Times segði í fráboðan í vikuni, at sakarmálið er ógrundað og er ein roynd at mótarbeiða óheftum journalistikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald