Innanlands

Dómarin tekur avgerð fríggjadagin

Tá fæst at vita, um tað eydnast fimm býráðslimum í Runavíkar kommunu at útseta ætlaða umvalið týsdagin 13. januar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-06 13:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarar í Runavíkar kommunu mugu bíða heilt til seinnapartin fríggjadagin fyri at fáa at vita, um tað verður umval til Runavíkar býráð komandi týsdag ella ikki.

Føroyar rættur hevur í dag viðgjørt eitt rættarmál, sum skuldi taka støðu til, um valið møguliga skal avlýsast.

Men eftir rættarfundar í útvið fýra tímar fyrapartin gjørdist greitt, at dómarin bíðar til fríggjadagin klokkan 14 at kunngera sína avgerð.

Les eisini: Royna at fáa rættin at støðga umvalinum

Tað eru fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu, sum hava stevnt Fíggjarmálaráðið og avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum um at ógilda kommunuvalið í Runavík í november í 2024.

Harumframt ynsktu býráðslimirnir eisini at støðga ætlaða valinum 13. januar til stevningin er endaliga avgreidd í Føroya rætti.

Dómarin í málinum bað um umhugsunartíð til fríggjadagin klokkan 14 av taka støðu til, um valið skal støðgast ella ikki.

Meira seinni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder