Uttanlands

Donsk kanning: Lesandi stríðast við strongd

Ein triðingur av teimum, ið leita sær hjálp frá lestrarvegleiðara siga, at tey kenna seg strongd

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-05 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein triðingur av teimum lesandi, ið hava leitað sær hjálp frá lestrarvegleiðara, siga seg stríðast við strongd, og tað er ikki bert tá tað kemur til tað fakliga, at tey hava trupulleikar, men eisini tá tað kemur til tað sosiala. Tað vísur ein nýggj kanning hjá JyllandsPosten.

Nýggju tølini vísa, at nógv lesandi ikki eru væl fyri sálarliga, og at støðan er versnað seinastu árini.

Ein orsøk kann vera, at lesandi hava ringt við at tillaga seg, tí munurin millum miðnámsskúla og hægri lærustovnar er so stórur. Tey, ið fingu toppkarakterir í miðnámsskúlanum eru ikki betri fyri enn onnur lesandi, skrivar DR.

Talið av lesandi, ið leita sær hjálp vegna avriksótta er eisini hækkað frá 14 til 24 prosent.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder