Mentan

Donsk og pólsk kvartett spælir Sunleif Rasmussen

Tvær kvartettir, sum skjótt spæla konsert í Norðurlandahúsinum, hava tónleik eftir Sunleifi Rasmussen á skránni

Framførslurnar verða í Norðurlandahúsinum

Framførslurnar verða í Norðurlandahúsinum

2022-04-27 20:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 1. mai kl. 15 fer danska kvartettin Ensemble Prisme á pallin í Norðurlandahúsinum. Her fer hon m.a. at framføra verkið Four Dorian Gardens hjá Sunleif Rasmussen, ið kvartettin bílegði í 2019. Kvartettin er Utrilla Gudiksen á floytu, Martin Kejser á klarinett, Anders Öberg á sello og Berit Juul Rasmussen á klaver.

[object Object]

Mikudagin 4 mai, kl 19.30 ber aftur til at uppliva tónleik eftir Sunleifi Rasmussen. Hesaferð er tað pólska streingjakvartettin NeoQuartet, ið framførir eitt av verkum hansara. Tað snýr seg um eitt verk, ið er bílagt av kvartettini í 2022, og tað verður frumframført hetta kvøldið.

[object Object]

NeoQuartet er Karolina Piątkowska-Nowicka og Paweł Kapica á violin, Michał Markiewicz á bratsj og Krzysztof Pawłowski á sello.

Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder