Mentan

DR tekur kryolit-filmin av heimasíðuni

Samstundis er ábyrgdarhavandi redaktørurin í DR Nyhederne, Thomas Falbe, koyrdur úr starvi

Sandy French, tíðindastjóri í DR Nyheder (Mynd: DR / Agnete Schlichtkrull)

Sandy French, tíðindastjóri í DR Nyheder (Mynd: DR / Agnete Schlichtkrull)

2025-02-19 15:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðslan í Danmarks Radio hevur í dag tikið avgerð um at taka heimildarfilmin “Grønlands hvide Guld” av heimasíðuni DRTV, og tað er sostatt ikki longur møguligt at síggja filmin á netinum.

Samstundis er ovasti tíðindaleiðari í DR Nyheder, Thomas Falbe, sum hevði redaktionellu ábyrgdina fyri filmin, sendur heim.

- Eg eri í dag gjørd kunnug við viðurskifti í sambandi við framleiðsluna av heimildarfilminum “Grnlands hvide guld”, sum hevur fingið meg til at taka avgerð um at filmurin ikki longur skal kunna síggjast á DRTV. Eg vil biðja um umbering fyri, at vit hava víst ein heimildarfilm, ið ikki livir upp til væntaninar, sum danir av røttum eiga at hava til okkara, sigur Sandy French, tíðindastjóri hjá DR í tíðindaskrivi í dag.

Málið snýr seg fyrst av øllum um ein graf í upprunaútgávuni av filminum, sum í nútíðarkrónum vísti hvussu nógvar pengar danski staturin hevur fingið burtur úr søluni av kryolit úr Grønlandi. Grafurin vísti, at Grønland í nógv ár var ein risastór yvirskotsforrætning fyri Danmark. Seinni varð hesin grafurin tikin út úr filminum tá fleiri serfrøðingar vístu á, at hann ikki vísti eina rættvísa mynd.

Samrøðurnar við Mute B. Egede og Lars-Emil Johansen í filminum tóku útgangsstøði í hesum grafinum. DR setti seg í samband við keldurnar, sum góðkendi at teirra útsøgnir vórðu brúktar, hóast grafurin ikki varð brúktur.

Til hetta sigur Sandy French:

- Hetta kann tykjast sum eitt lítið mál í mun til stóra kjakið um filmin, men hetta er avgerandi fyri meg, tí hyggjarin skal kunna líta á, at okkara framløga er røtt. Hetta uttan mun um keldurnar hava játtað, at vit framvegis kunnu brúka klippini eftir at grafurin er tikin úr filminum.

Samstundis, sum avgerðin er tikin um at taka filmin av heimasíðuni, er eisini avgjørt, at Thomas Falbe sum ábyrgdarredaktørur í DR Nyheder, gevst í starvinum beinanvegin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder