Dómararnir sótu sum rúnarbundnir tá Tina Mellemgaard úr Hoyvík var til upptøkuroynd í X Factor á danska TV2 í kvøld.
Við sínum gittara og inniligari rødd framførdi 18 ára gamla Tina eina akustiska útgávu av lagnum Runnin’ hjá Beyoncé. Tað dámdu dómarunum.
- Tað var gandakent. So ómetaliga vakurt. Takk fyri hesa upplivingina, eg eri rørd, segði Kwamie Liv um framførsluna.
(Skíggjamynd: TV2 Play)
Dómararnir í ár: Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Thomas Blachman, sum annars er kendur sum ein harður dómari og ikki leggur fingrarnar í millum, tók undir við Kwamie.
- Tað er á einum professionellum støði at levera slíkan dynamikk sum tú gert. Tónar og tónahædd situr í skápinum. Hetta er vilt, segði X Factor dómarin.
- Vit hava í ár hægsta støði í X Factor nakrantíð og tú kemur við einari klassa framførslu, segði Thomas Blachman.
- Ei, sum tú ert wauw. Wauuuw, segði Kwamie Liv, sum nærmast ikki fekk afturhald, so góða hon helt framførsluna hjá Tinu vera.
Verturin Sofie Linde og Tina Mellemgaard (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Trý “ja” og Tina Mellemgaard er víðari í X Factor.
Tað, at hon fekk so nógva rúmd í sendingini - hálvan fjórða minutt av tíma langu sendingini - kundi bent á, at hoyvíkingurin kemur longur enn bara víðari frá upptøkuroyndini.
Hóast sín unga aldur er Tina Mellemgaard ikki óroynd í tónleiki. Í fjør gjørdist hon saman við bólki sínum “Tina” nummar tvey í tónleikakappingini Sement, og skuldi eftir ætlan eisini spæla á G! festivalinum í fjør, sum varð avlýstur fáar dagar áðrenn.
Tina er dóttir Henrik og Onnu Sofíu Mellemgaard.
Í síðstu viku, tá upptøkuroynd var í Aarhus var tað Kári Fossdalsá av Toftum, sum gjørdi um seg, og slapp víðari í kappingini. Hvussu tað fer at gangast teimum báðum føroyingunum í X Factor má tíðin vísa. Í næstu viku er seinasta upptøkuroyndin áðrenn tað verður farið víðari til stólaspælið “5 Chair Challenge”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald