Innanlands

Drápið er av

Springararnir verða nú riknir inn á Skálafjørð

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-29 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grindin, sum varð funnin í Nólsoyarfirði í morgun hevur nú lagt beinini í Sandagerði.

Nógv fólk vóru á sandinum, og drápið gekk væl. Mett verður, at grindin var á 150 hval, frættist úr Sandagerði.

Nakað av springarum var í grindini, tá hon varð funnin í Nólsoyarfirði. Springararnir vórðu sáldaðir frá, og tveir bátar av Skálafirði átóku sær at taka sær av tí flokkinum.

Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni, sigur við Portalin, at ætlanin er at halda springarunum til í Skálafirði.

- Menn vóru farnir suður í grind, men tá tað vísti seg, at springarar vóru uppií, bjóðaðu teir seg fram at reka springararnar á Skálafjørð, sigur Jacob Vestergaard.

Springaraflokkurin er ikki so stórur. Hann var eisini ringur at fáast við, men alt bendir á, at bátarnir hava fingið stýr á bólkin, og teir vóru komnir inn um Raktanga tá vit fyri løtu síðani tosaðu við Jacob Vestergaard.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder