Innanlands

Drápið er av í Sandagerði

Grindin var lítil – umleið 30-40 hval

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-30 13:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani var onnur grindin í dag hildin til. Talan var um grindina, sum nakað fyri middag varð funnin út fyri Velbastað.

Hon var rikin um Kirkjubønes og inn á Sandagerð. Talan er um eina lítla grind, onkrastaðni millum 30 og 40 hvalir, meta fólk á sandinum.

Sera nógvir bátar vóru við tann seinasta partin av rakstinum og á sandinum var so nógv, sum á ólavsøku, vildi onkur vera við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder