Uttanlands

Drápsmaðurin í Wien var fyrr dømdur fyri yvirgang

20 ára gamli maðurin var dømdur fyri at hava ætlað sær til Sýria at stríðast fyri Islamiskan Stat

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-03 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum í gjárkvøldið skeyt frá hond móti kaffistovugestum í miðbýnum í Wien í Eysturríki, var fyrr dømdur eftir eini lóg, ið revsar fyri limaskap í yvirgangsfelagsskapi.

Tað upplýsir eysturríkski innanríkisráðharrin, Karl Nehammer, sambært fleiri altjóða tíðindastovum.

APA tíðindastovan skrivar, at talan er um ein 20 ára gamlan mann við dupultum ríkisborgaraskapi í Eysturríki og Norðurmakedonia. Hann fekk í 2019 ein dóm á 22 mánaðar fyri at royna at fara til Sýria at lima seg í yvirgangsfelagsskapin Islamiskan Stat.

Hann varð skotin og dripin beint eftir álopið í gjárkvøldið.

Islamsk motiv
Í morgun segði eysturríkska stjórnin í einum tíðindaskrivi, at talan var um eina yvirgangsatsókn við islamiskum motivi, og at gerningsmaðurin fyrr hevur víst samhuga við Islamiskum Stati.

Hetta verður váttað av stjórnarleiðaranum, Sebastian Kurz, kanslara. Hann kallar hendingina fyri eitt “ógvusligt yvirgangsálop” móti Eysturríki og eysturríkska fólkinum.

Enn er óvist hvussu nógvir mans vóru við í álopinum. Í gjárkvøldið ljóðaði, at minst ein “vápnaður og vandamikil” maður var flýggjaður frá staðnum, men í dag verður sagt, at tað ikki kann útilokast, at fleiri hava verið við.

Íbúgvarnir í Wien fingu boð um at halda seg innandura í dag og ikki senda børnini í skúla.

Eitt lívligt mánakvøld
Álopið hendi beint eftir klokkan 20 í miðbýnum í Wien, har fleiri fólk vóru á gøtunum, enn vanligt er eitt mánakvøld í november.

Orsøkin er, at frá í midnátt at rokna vórðu strangari reglur settar í verk í Eysturríki orsaka av koronasmittuni.

- Tað var eitt lívligt kvøld í einum lívligum parti av Wien, sigur danski sendiharrin til Eysturríkis, René Dinesen, við Danmarks Radio. Hann samanlíknar økið við Ráðhúspolássið og Nørreport í Keypmannahavn. Sendiharrin sigur, at álopið var “óalmindiliga ræðuligt”.

Enn er ógreitt, hví tað júst var Eysturríki, ið varð rakt hesaferð.

- Talan er um eitt friðarligt, lítið land, sum ikki hevur verið blandað í altjóða ósemjur av týdningi, ið kunnu hugsast at erta Islamiskan Stat, sigur Michael Reiter, tíðindamaður hjá DR.

Hann sigur, at eysturríkskir miðlar nú gita, at gerningsmaðurin í Wien kann hava fingið íblástur frá álopinum í Fraklandi í seinastuni. Serliga tað, sum hendi í Nice í farnu viku, tá ein gerningsmaður leyp á og drap trý fólk við knívi í eini kirkju í miðbýnum.

Stríð millum siðmentan og siðloysi
Eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz, er ein av teimum evropeiskum leiðarum, ið greiðast hava lýst sín stuðul til Emmanuel Macron, forseta Fraklands, og mest hevur fordømt yvirganginum.

14 fólk eru framvegis innløgd eftir álopið við álvarsligum meinum, teirramillum eitt løgreglufólk. Støðan hjá fleiri teirra eru álvarslig og tað stendur um lív, segði Sebastian Kurz á tíðindafundi í dag.

Hann leggur eisini dent á, at stríðið móti hesum víðgongdu ikki er eitt stríð móti muslimunum í Eysturríki.

- Vit mugu vera tilvitað um, at hetta ikki er eitt stríð millum kristin og muslimar, ella millum eysturríkarar og tilflytarar. Nei, hetta er eitt stríð millum tey nógvu fólkini, sum trúgva upp á frið og tey, ið ynskja kríggj. Hetta er eitt stríð millum siðmenning (sivilisatión) og siðloysi (barbarismu), og vit fara at berjast í hesum stríði við støðufesti, segði hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder