Innanlands

Dregur út at manna nevndirnar

Tingfólkini hava fingið nýggja freist til klokkan 16:45 at seta nøvn á nevndarsessirnar

Eyðgunn Samuelsen, Jóhannis Joensen og Uni Holm Johannesen, tingfólk fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðgunn Samuelsen, Jóhannis Joensen og Uni Holm Johannesen, tingfólk fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 16:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan klokkan 11 í dag hevur verið telvað um býtið av teimum tilsamans 45 nevndarsessunum í løgtinginum. Fyrsta freistin var klokkan 13, men hetta varð síðani útsett til klokkan 14:30, og síðani aftur útsett til klokkan 16.

- Nú haldi eg vit byrja at nrækast endanum, men tað verður givin ein lítil freist afturat. So tingfundurin vrður tikin uppaftur um eina góðan hálvan tíma, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna stutt eftir klokkan 16, áðrenn hon legði tingfundin niður aftur.

Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 16:45, og tá verður væntað, at semja er.

Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at flokkarnir eru samdir um býtið, men enn mangla nøvn at verða sett á.

Javnaðarflokkurin fær tveir formanssessir. Í fíggjarnevndini og uttanlandsnevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder