Mentan

Dreymaleikur í Sjónleikarhúsinum

- Áskoðararnir hugnaðu sær, flentu nógv – mest at sær sjálvum – hvukku við og gjørdust rørd og hugtigin

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

2025-02-10 16:28 Author image
Innsent
placeholder

Í gjárkvøldið varð frumsýning av leikinum “Dreymaleikur” eftir August Strindberg fyri fullsettum Sjónleikarhúsi.

Leikurin, ið tekur áskoðarnar við á eina ferð saman við Gudadóttrini, ið hevur sett sær fyri at kanna hvussu menniskjuni hava tað, fekk okkara góða gamla Sjónleikarhús at broyta ham, og umskapast til eitt dreymakennt univers við leiki, dansi, orðum og tónleiki. 

Livikor og lívstreytir, ið  menniskjalívið ber í sær, verða sett á breddan, og hóast tað er synd í menniskjunum, gevast tey ikki at leita eftir eydnuni og øllum tí góða í lívinum.

Áskoðarnir hugnaðu sær, flentu nógv – mest at sær sjálvum – hvukku við, gjørdust rørd og hugtikin og fingu helst ymiskt at hugsa um heim við sær.

Fleiri ognaðu sær bókina, ið Hanus Kamban hevur týtt, og sum kom út í sambandi við hea fyrstu framførslu av Dreymaleiki á føroyskum.

Í hesi vikuni verður leikurin sýndur týsdagin, mikudagin og hósdagin kl. 19.30 og leygardagin og sunnudagin kl. 19. 

[object Object]- Áskoðararnir hugnaðu sær, flentu nógv – mest at sær sjálvum – hvukku við og gjørdust rørd og hugtigin (Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder