Ein drona varð í dag send móti privata summarbústaðnum hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu í býnum Caesarea í norðara parti av Ísrael.
Sambært ísraelska herinum kom dronan úr Libanon, men eingin hevur higartil tikið ábyrgdina fyri álopið, skrivar Ritzau.
Dronan hevði ikki nakran skaða við sær, og Netanyahu var ikki á staðnum, skrivar Reuters.
Hizbollah-rørslan í Libanon hevur nærum dagliga framt álop móti Ísrael síðan álopið hjá Hamas 7. oktober í fjør.
Sambært ísraelska herinum vórðu fleiri dronur sendar um markið millum Ísrael og Libanon í dag. Í minsta lagi tvær vórðu skotnar niður, meðan ein triðja rakti ein bygning í Casarea. Hvønn bygning talan er um, er ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald