2019-03-02 09:35
Tað hevur verið grýlukvøld ymsastaðni, og tað vóru rímiliga nógv fólk í býnum í nátt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðuni í Havn. Nøkur hava klagað um gang og prutl sum larma, men bert eitt mál hevur verið.
Ein lítil knallert var steðgðað í Havn fyri at koyra yvir 70 km/t. Hon varð tikin, so tað verður kannað nærri, um nakrir ólógligir lutir eru á.
Tann ungi drongurin ið koyrdi fær bót og missir koyrikort til knallert/prutl. Foreldrini vóru eisini kunnaði av løgregluni, tí talan var um persón undir 18 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald