Innanlands

Dronuflúgvarar fingu átalu

Flugu alt ov tætt bygdum øki í Trøllanesi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-21 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur sett seg í samband við tvey útlendsk ferðafólk fyri at gera teimum greitt hvørjar reglur eru galdandi, tá tað snýr seg um at flúgva við dronu.

Tað var um kirkjutíð í gjár, at fólk á Trøllanesi boðaðu løgregluni frá, at dronur flugu dekan ov nær húsini í bygdini.

- Hóast ferðafólkini høvdu galdandi loyvi at flúgva, so vóru tey eftir øllum at døma ikki heilt greið yvir, at ikki er loyvt at flúgva nærhendis húsum uttan heilt serligt loyvi, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tá útlendingarnir komu aftur til Klaksvíkar, stóð løgreglan fyri teimum. Tey fingu eina átalu, og meira verður ikki gjørt við málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder