2018-12-20 15:18
Tvær dronur, sum flugu yvir tann eina stóra flogvøllin í London, Gatwick Airport, hava í dag ført til at øll flogferðsla til og frá Gatwick varð avlýst.
Løgreglan á flogvøllinum sigur, at tað tykist sum um at dronurnar við vilja royndu at órógva flúgvingina til og frá Gatwick Airport.
- Vit meta, at onkur roynir at órógva flogferðsluna við vilja. Tó er einki sum týðir á, at talan er um yvirgang, sigur Justin Burtensham, løgreglumaður, sum væntar, at ruðuleiki fer at valda á flogvøllinum komandi 24 tímarnar.
Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Theresa May, sigur sambært Reuters, at tílíkur atburður ikki kann góðtakast.
Mett verður at heili 110.000 fólk kunnu ávirkast av dronuflúgvingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald