Innanlands

Drotningavitjan í Klaksvík og í Svínoy 16. juli

Karl Johansen, borgarstjóri, skal vera vertur, tá hennara hátign Margretha drotning vitjar í Klaksvíkar kommunu. Hetta er triðja árið á rað, at norðoyingar fáa vitjan úr Kongshúsinum - Dannebrog leggur at við vestaru bryggju beint áðrenn klokkan tíggju

Dannebrog leggur at við vestaru bryggju klokkan 09.50 fríggjadagin 16. juli (Mynd: klaksvik.fo)

Dannebrog leggur at við vestaru bryggju klokkan 09.50 fríggjadagin 16. juli (Mynd: klaksvik.fo)

2021-06-29 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli. Fyri tað mesta verður 81-ára gamla drotningin norðaliga í Føroyum.

Les eisini: Umfatandi skrá: Drotningin vitjar tíggju býir og bygdir í Føroyum

16. juli er Karl Johansen, borgarstjóri, vertur, tá Hennara Hátign vitjar í Klaksvíkar kommunu.

Vitjanin verður í Klaksvík og í Svínoy, og hetta er triðja árið á rað, at norðoyingar fáa vitjan úr Kongshúsinum. Hóast Dannebrog leggur at kai í Klaksvík, so er tað Svínoyggin sum hesaferð er karmur sum størsta partin av vitjanini, skrivar klaksvik.fo, ið fer at koma við meira kunning, tá ið vitjanin nærkast

- Karl Johansen vónar sjálvsagt, at tað verða fleiri, sum fara at nýta høvi at veittra fyri Hennara hátign Margrethu drotning, tá hon 16. juli kl. 09:50 kemur á vestaru bryggju við Kongsskipinum Dannebrog.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder