Innanlands

Drotningin á trappuni í Vágsbotni 15. juli

Har byrjar vitjanin hjá Hennara Hátign í høvuðsstaðnum av álvara. Dannebrog kemur inn á Havnina um júst tvær vikur

Fleiri framførðslur vera fyri Hennara Hátign Margrethu drotning (Mynd: torshavn.fo)

Fleiri framførðslur vera fyri Hennara Hátign Margrethu drotning (Mynd: torshavn.fo)

2021-07-01 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin hósdagin 15. juli stevnir kongaskipið Dannebrog gjøgnum Nólsoyarfjørð saman við sluppuni Westward Ho og róðrarbátum. Umborð á sluppuni spælir GHM

Kongaskipið leggur at á Bursatanga klokkan 10, har borgarstjórin saman við løgmanni og ríkisumboðnum heilsar uppá drotningina.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna, ið hevur sett saman eina skrá, sum gevur borgarum í kommununi høvið til heilsa uppá drotningina, samstundis sum drotningin fær møguleika til at síggja og hoyra nakað av tí, sum rørir seg í føroyska høvuðsstaðnum í hesum tíðum.

Trappan, Sjóvinnuhúsið og framførslur

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu byrjar á middegi, tá drotningin kemur á Trappuna í Vágsbotni. Har heldur borgarstjórin røðu fyri drotningini. Havnar hornorkestur spælir, og Kamarkórið syngur. Eisini fer Ævintýraferðin at framføra. 

Seinnapartin kl. 14 spælir orkestrið Ælabogin fyri drotningini, tá hon vitjar Skúlan á Fløtum. Umframt at hoyra um og síggja nýggja skúlan og listarverkini, fer drotningin at hoyra framførslur frá næmingum á skúlanum.

Síðani verður farið oman í Sjóvinnuhúsið, har greitt verður frá broytingini frá saltsilo til vitanar- og vinnumenningardepil. Eisini fer drotningin at hoyra um føroyska filmsframleiðslu og verkætlanirar Trom og Heartist. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir handar drotningini ein málning, sum hon hevur málað til hennara, og bólkurin Sway fer at syngja.

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu endar klokkan 16.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder