Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur í morgun sent hennara hátign Margrethu drotning eina føðingardagskvøðu, nú hon í dag fyllir 80 ár.
Í føðingardagskvøðuni stendur millum annað:
"Tað vildi verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bar at hátíðarhalda tygum á rættan hátt. Nú liva vit tó í eini tíð við koronafarsóttini og mugu tillaga okkum hareftir. Í hesi heilt óvanligu tíð, hava tygum tignarliga megnað at sameint kongsríkið um at standa saman um at basa smittuni"
Í heilsanini verður eisini sagt, at løgtingið og landsstýrið hava fyrireikað eina føðingardagsgávu.
”Okkara vón er, at vit fáa møguleikan at handa Tygum gávuna til nærri hóskandi høvi, tá umstøðurnar aftur loyva tí”.
Les eisini og sí myndirnar: Danir syngja fyri drotningini á føðingardegnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald