Um 23 tíðina í gjárkvøldið fór løgtingið til hús eftir ein langan arbeiðsdag. Tingfundurin í gjár byrjaði klokkan 9:30, og ætlanin var at fáa 2. viðgerð av fíggjarlógini avgreidda.
Nógv mál vóru tó á skrá, og tað dróg út. Tí valdi tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at taka viðgerðina av fíggjarlógini av skrá, og seta hana til tingfundin í dag.
Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 eru trý mál á skránni. Fyrst verður 3. viðgerð um viðbót til ávísar pensjónistar, og síðani 3. viðgerð um leingjan av heimind at taka sama veiðigjald í 2019 sum í 2018.
Enn er óvist nær løgtingið sleppur í jólafrí. Tingformaðurin hevði annars ætlað, at tingið skuldi í jólafrí síðsta fríggjadag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald