Innanlands

Drúgvur dagur á tingi í dag

Avgreiðsla av fíggjarlógini fyri í ár er fyrsta mál á tingfundinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-30 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið verður sett klokkan 11 í dag við 11 málum á skránni.

Fyrst á skránni er avgreiðsla av fíggjarlógini fyri 2023. Tað var eitt samt løgting, sum samtykti fíggjarlógina við aðru viðgerð mánadagin, og roknað verður tí ikki við, at triðja og endaliga viðgerðin í dag verður drúgv.

Síðani eru fýra aðru viðgerðir á skránni. Teirra millum uppskotið um at játta pening til at fremja triðja byggistig av útbyggingini á Miðnámi á Kambsdali.

Tá hesi málini eru avgreidd, verður farið undir fyrstu viðgerðirnar, sum eru tær viðgerðirnar, ið vanliga taka longst tíð.

Seks mál eru sett á skránna í dag at skula fáa fyrstu viðgerð. Teirra millum er uppskotið um at heimila landsstýrinum at kravja allar forkanningar og annað tilfar frá Landsverki viðvíkjandi suðuroyartunnlinum at lata Pf. Suðuroyartunnlinum ókeypis.

Pf. Suðuroyartunnilin er alment partafelag, sum varð stovnað í fjør. Teitur Samuelsen, er stjóri í felagnum og í nevndini sita Bergur Poulsen, Marita Súsanna Hentze, Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.

Eitt anna uppskot, ið er sett at fáa fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, er uppskotið um at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder