Í dag eru 70 ár síðani, at Alv, sum seinni gjørdist Dugni, byrjaði virksemi sítt.
Á heysti 1955 fekk Karolina Petersen áheitan frá Vanlukkutryggingarráðnum um at byrja virksemið.
Sjálvsognarstovnurin ALV varð settur á stovn 16. apríl 1956. Tað var Vanlukkutryggingarráðið, ið stovnaði ALV.
Virksemið byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík. Tá vóru tað í høvuðsheitum kurvar, bustir, skreytlutir og arbeiðshandskar, sum vórðu gjørdir.
Í 1959 varð virksemið flutt til mannskapsbygningin við Áir.
Í 2009 broytti ALV navn til Dugni.
Nú, 70 ár eftir stovnan, hevur Dugni virksemi á Tvøroyri, í Havn, við Áir, á Kambsdali og í Klaksvík.
Hóast virksemið er økt, er endamálið tað sama: At endurmenna arbeiðsførleikar hjá fólki og hjálpa teimum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur.
Undan hvørjum jólum hevur Dugni hesi seinastu árini staðið fyri útgávuni av árligu kærleikskúluni. Herundir nøkur dømi úr myndasavninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald