Føroyski veljarin hevur ikki nógv til yvirs fyri handfaringini hjá landsstýrinum viðvíkjandi ætlaðu tiltøkunum mótvegis Russlandi.
Satt at siga, fær landsstýrið dumpikarakter. Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti og Portal.fo.
Ein av spurningunum, ið varð settur ljóðaði: “Hvat heldur tú um handfaringina hjá landssstýrinum viðvíkjandi tiltøkum móti Russlandi?”
Kanningin vísir, at tveir út av trimum teimum spurdu halda, at handfaringin ikki hevur verið góð. 38 prosent søgdu hana hava verið “vánaliga” og 25 prosent søgdu hana hava verið “sera vánaliga”.
Undir 20 prosent av veljarunum eru nøgdir við handfaringina, og hana hana hava verið “góða” ella “sera góða”.
Í veljarakanningini, sum varð gjørd mikukvøldið spurdu vit nærri til hugburðin hjá veljarunum viðvíkjandi tiltøkunum móti Russlandi. Eisini spurdu vit hvat tey høvdu valt, um løgsval var nú – hálvt ár eftir at løgtingsval var seinast.
Meira um tað í Blaðnum Vikuskifti sum verður tøkt klokkan 7 í morginárið.
Trýst á merkið í ovasta høgra horni fyri at gera grafikkin størri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald