Innanlands

Dupulthøll ella høll afturat Gundadalshøllini

Í sambandi við ætlan um at útbyggja er hugsanin at gera forkanningar viðvíkjandi ymiskum byggiloysnum, og hetta skal býráðið taka støðu til í vikuni

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-01-24 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt uppskot um at samtykja at heimila umsitingini at fara undir forkanningar viðvíkjandi møguleikanum um at byggja eina nýggja høll í Gundadali.

Í sambandi við samráðingarnar um yvirtøku av Gundadalshøllini í fjør varð gjørd ein støðulýsing av verandi høll, og høllini tørvar rímiliga umfatandi umvælingar komandi árini, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

– Í sambandi við ætlan um at útbyggja er hugsanin at gera forkanningar viðvíkjandi ymiskum byggiloysnum, herundir loysnir við undanframleiddum bygningseindum, har kostnaðurin kann haldast niðri og byggitíðin kann styttast.

– Lendið norðanfyri høllina er í ávísan mun byggibúgvið frá byggingini fyrst í áttatiárunum, tá ætlanirnir upprunaliga vóru um eina dupulthøll. Hugsanin er bæði at kanna bygging av høll afturat verandi høll, og eisini at bygd verður nýggj dupulthøll.

– Kanningarnar verða gjørdar fyri at fáa betri grundarlag fyri politiskari støðutakan um framtíðar loysnir, við bæði fíggingartørvi, rakstri-og viðlíkahaldi og við funktión í huga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder