Í sendingini “Ferðin aftur til upprunan” sum verður send í sjónvarpinum í kvøld fer Durita Granada Thomassen til Kolumbia at leita eftir mammu síni.
Hon er ættleidd, og tráðanin eftir at vita um sín uppruna birtist, spakuliga tá hon fór til Danmarkar á eftirskúla. Hon varð happað nógv í fólkaskúlanum, og kom ofta grátandi heim.
Í fyrra parti av sendingini, sum verður sendur í kvøld, síggja vit at ein kvinna í Kolumbia hevur funnið fram til familjuna hjá Duritu, og ferðin til Kolumbia byrjar.
Durita fann mammu sína, pápa sín og ikki færri enn fimm systrar. Tað segði hon við Góðan morgun Føroyar í sambandi við at eitt kolumbianskt sjónvarpsstøð vísti sendingina um hetta.
Sí eisini: Durita fann familjuna í Kolumbia - sjónvarpslið fylgdi henni allan vegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald