Innanlands

Dyppi- og vælverufestivalur í Sørvági í heyst

Enn ein festivalur fær heimstað á Dungasandi

2026-03-06 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í døgunum 25. til 27. september verður Sørvágur karmur um ein serstakan festival. Talan er um ein dyppi- og vælverufestival, har felagsskapur, náttúra og vælvera ganga hond í hond.

Festivalurin er fyri øll, ið hava hug at royna kalda vatnið, njóta hitan, rørslu, tónleik og hugnaligar løtur saman, siga fyrireikararnir.

Dyppi- og vælverufestivalurin í Sørvági er ein møguleiki at steðga á, styrkja kropp og sinn og vera saman í einum jaligum og upplyftandi felagsskapi. Festivalurin verður á Dungasandi uttan fyri Dansistovuna og fótbóltsvøllin.

Her verða ymisk kaltvatnskør, sauna, saunagos, ymiskar verkstovur við eitt nú joga og andadráttsvenjingum. Sølubásar við mati, kaffi/te, møguleiki at keypa andlitsmaskur, ymiskt til kroppin, massagu og cupping-viðgerðir.

Festivalurin byrjar við upphiting og felagsdypping á Breiðá. Skipað verður fyri m.a. gongutúrum, bindihugna, live tónleiki, og leygarkvøldið endar festivalurin við eini hugnaløtu.

Ætlanin er at skipa økið soleiðis, at møguleiki verður at koma við kampingvogni og njóta alt vikuskiftið á økinum. Stigtakarar til festivalin eru Nencia Thomassen og Maria Samson.

Dyppi & vælverufestivalurin á Facebook 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder