Innanlands

Dýrasti køkur í Føroyum nakrantíð

Nýggi stórkøkurin til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum kostar 7,5 milliónir krónur. Tað er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður innan stórkøkar í Føroyum nakrantíð, sigur Landsverk

Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr og Sigurd L. Lamhauge (Mynd: Landsverk)

Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr og Sigurd L. Lamhauge (Mynd: Landsverk)

2021-06-30 23:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann kostar smáar 7.449.047,00 krónur og skal vera liðugur 1. november í ár.

Talan er um nýggja stórkøkin til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Landsverk og veitarin, P/F Leif Mohr, undirskrivaðu sáttmálan í dag.

Landsverk sigur, at hetta er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður í Føroyum nakrantíð innan stórøkar.

Stórkøkurin kemur at veita mat til allar sjúkrahús bygningarnar, umframt at veita mat út av húsinum.

Stórkøkurin kemur millum annað at hava hetta í boðið: Framleiðslukøk, serveringskøkar, bakarí, goymslur, frysti og kølirúm, stóruppvask, serveringsdisk, salatbar og gjaldsterminalar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder