2018-06-24 19:00

Beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið kom Brimil á Fuglafjørð við trolbátinum Dýrindal. Hetta skrivar vorn.fo. Orsøkin til, at Dýrindal kom á Fuglafjørð, var, at hann hevði fingið trolposan um skrúvuna seinnapartin í gjár. Hetta hendi, tá teir fiskaðu á landleiðini eystanfyri Føroyar.
Kavarar frá Brimli skóru av skrúvuni, og um eitt tíðina í nátt fór Dýrindal avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald