Innanlands

Tveir bilførarar í eysturoynni tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Tað skal vísa seg, at tað bæði tíðliga á morgni og seinni um kvøldið, eru bilførarar sum eru ábyrgdarleysir og koyra ávirkaðir

(Mynd: Savnsmynd)

(Mynd: Savnsmynd)

2026-07-26 10:30 Author image
Áron Vest
placeholder

Um átta tíðina gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp í Saltangará. Lukkutíð spurdist ongin álvarsligur mansskaði burturúr hesum. Viðkomandi, sum koyrdi bilin, rendi á ein lyktapela. Táið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin var koyrdi ávirkaður.

Hetta var hann skuldsettur fyri, og varð síðani koyrdur til hús. 

Seinni um kvøldið, táið klokkan var farin einar tjúgu minuttir yvir níggju, steðgaði løgreglan einum manni, sum bleiv mistonktur fyri at vera ávirkaður, meðan hann koyrdi. Hetta bleiv hann síðani skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder